Morðvápnið funnið

Løgreglan hevur funnið ein knív, sum helst er morðvápnið í syrgiliga tilburðinum í Hvalba leygardagin. Knívurin verður í løtuni kannaður av serfrøðingum

Løgreglan hevur funnið ein knív, sum helst er morðvápnið í syrgiliga tilburðinum í Hvalba leygardagin. Knívurin verður í løtuni kannaður av serfrøðingum.

 

Tað váttar Jón Klein Olsen, kanningarleiðari í drápsmálinum í Hvalba.

 

– Ja, tað er rætt, at vit hava funnið ein knív á gerningsstaðnum. Spor eru á knívinum, og nú verður analyserað, um knívurin er gerningsvápnið, sigur Jón Klein Olsen.

 

Hetta kanningararbeiðið fer fram í Danmark, og kann, sambært Jón Klein Olsen, taka dagar ella vikur. Tað valdast teknisku sporini á knívinum, sum ein sonevndur DNA-profilur skal gerast út frá.

 

Í grundlógaravhoyring sunnudagin var ein 23 ára gamal maður skuldsettur fyri at hava stungið 36 ára gamla Hjalmar Holm við knívi, tríggjar ferðir í hálsin. 23 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri manndráp, og er fyribils varðhaldsfongslaður til 5. september.

 

Jón Klein Olsen ynskir ikki at fara í smálutir við, hvat slag av knívi, talan er um. Og hann vil heldur ikki útgreina, um skuldsetti maðurin sambært teoriini hjá løgregluni hevði knívin við sær inn á gerningsstaðið.

 

– Tað er ov tíðliga siga nakað um enn, sigur Jón Klein Olsen og vísir til kanningararbeiðið, sum framvegis er ígongd.

 

Tað er ikki bara nevndi knívurin, ið er sendur til Danmarkar til nærri kanningar. Sambært kanningarleiðaranum eru fleiri onnur, teknisk spor send til víðari kanningar.

 

– Hesi spor verða í løtuni kannað í Danmark. Avbjóðingin er síðani at knýta sporini til sjálvan tilburðin, greiðir Jón Klein Olsen frá.

 

Sambært kanningarleiðaranum gongur kanningararbeiðið væl. Higartil eru nógv fólk avhoyrd í málinum, men enn eru fleiri avhoyringar eftir at gera. Ikki onnur enn tann  23 ára gamli maðurin, sum longu er skuldsettur fyri manndráp, eru undir illgruna.

 

– Í kanningararbeiðinum eru sjálvandi allar hurðar opnar. Men tað er rætt, at 23 ára gamli maðurin er tann einasti undir illgruna, sigur Jón Klein Olsen.