Tað er niðurstøðan í drúgvari grein í Newsweek í dag, sum viðgerð morðið á Kennedy, forseta, í 1963.
Ein av lutunum, sum Newsweek vísir á, er, at tað fyrsta skotið var latið av, áðrenn Abraham Zapruder byrjaði at filma.
Men hvussu kundi Lee Harvey Oswald so skjóta skeivt við fyrsta skotinum, tá málið var nærmast? Jú, hann hevur rakt eina grein á vegnum, sum siðani hevur avleitt skotið.
Blaðið nemur kortini ikki við evnini hjá Oswald at skjóta, sjálvt um tað er ein av teimum lutunum, sum kritikarar av Warrenraportini javnan leggja dent á.
Greinin vísir eisini á, at samskiftið milluum ymsu sakførararnar í Warren nevndini var vánaligt, og teir spurdu ikki týdningarmiklar spurningar.
Greinin kann lesast á: www.newsweek.com/2014/11/28/truth-behind-jfks-assassination-285653.html










