Morðið í Hvalba: Fongslaður í fýra vikur

Tann 23 ára gamli maðurin, sum er handtikin í drápsmálinum í Hvalba, var í Føroya Rætti í morgun varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Tann 23 ára gamli maðurin, sum er handtikin í drápsmálinum í Hvalba, var í Føroya Rætti í morgun varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 

Hann er skuldsettur fyri mandráp eftir grein 237 í revsilógini. Sambært skuldsetingini hevur hann stungið 36 ára Hjalmar Holm tríggjar ferðir í hálsin.

 

Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, og tí vórðu umboðini fyri fjølmiðlarnar, sum vóru á fundinum, Kringvarpið og Miðlahúsið, biðin um at fara av fundinum. Politiið vil heldur ikki greiða nærri frá rættarfundinum.

 

Men sambært politinum, so hevur Føroya Rættur varhaldsfongslað tann 23 ára gamla mannin í fýra vikur til tann 5. september 2014.

 

Tann 23 ára gamli kærdi ikki avgerðina um varhaldsfongsling.

 

Tann 39 ára gamli handtikni maðurin varð leyslatin av poltinum stutt áðrenn klokkan 12:00 í dag og er í løtuni uttan fyri fyri mistanka í málinum, sigur politiið.

 

Les eisini: Stakk mannin tríggjar ferði í hálsin

 

Les eisini: 10 dripin í Føroyum síðani 1967

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba

 

Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba

 

Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba