Moralurin í toppi

B71 veteranurin Eli Hentze heldur, at sandoyingar væl kunnu liva við einum stigi ímóti KÍ, hóast hann sjálvandi iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um 3-2 leiðsluna:

- Hetta var ein sovorðin dystur, har bæði liðini fleiri ferðir megnaðu at koma afturíaftur. Tað undirstrikar, at moralurin er í lagi, og tað er altíð gott. Hetta var uttan sammeting mest undirhaldandi uppgerðin, sum vit hava verið partur av higartil í ár, sigur Eli Hentze, sum rósar Símuni Hansen, ið skoraði tvey av B71 málunum, fyri fínt avrik.

- Um eina viku skulu vit spæla í Runavík. Hóast vit eru uppflytarar, og teir stíðast í toppinum, so haldi eg avgjørt, at tað er møguleiki hjá okkum at vinna stig.