Skal ein hvøkkur koma, er helst best, at hann kemur so tíðliga sum gjørligt. Og soleiðis mundu eisini føroysku flogbóltskvinnurnar kenna tað í gjár, tá tær veruliga fingu ein hvøkk av grønlendsku kvinnunum, ið stríddust sera væl og fingu bitið frá sær, áðrenn føroyski sigurin fekst til høldar.
Longu í fyrsta setti sást, at hetta kundi gerast ein tungur og torførur dystur, tí hóast Føroyar vóru á odda so at siga allan vegin, megnaði Grønland at hanga væl í og fylgja Føroyum heilt til dyrnar, áðrenn settið varð vunnið 25-23.
Nú var fyrsta ávaringin í veruleikanum givin, men grønlendsku kvinnurnar ætlaðu ikki at gevast á hondum. Kanska stríddust tær serliga nógv, tí tær í sínum fyrsta dysti taptu fyrsta settið tepurt og síðani fóru niður við nakkanum.
Í øðrum setti gekk javnt á at byrja við, men so tók Grønland leiðsluna og fór heilt upp á 15-8. Tá var tað, at føroyski stríðsviljin og moralurin slapp at standa sína roynd. Birita Joensen hevði eina góða røð av servum, so Føroyar komu upp á 15-15, og tað gjørdi avgerandi munin, tí nú kundu vit taka okkum framum og eisini vinna settið 25-21.
Men heldur ikki hetta knekkaði grønlendsku kvinnurnar, ið framvegis høvdu hug at bjóða av og stríðast fyri hvørjum stigi, tær kundu vinna. Tað gjørdist tí skjótt um eina endurtøku av øðrum setti, tí brátt var Grønland á odda 16-9. Men so kom vendin í, ið eisini avgjørdi dystin.
Føroyska spælið gjørdist tryggari og betri, og serliga tóku teir royndu spælararnir um endan og gingu undan. Helen á Lakjuni helt høvdið kalt og hevði eini tvey stiggevandi lobb, og tað sama Hjørdis Johannessen, tá hon við einum lobbi tryggjaði næstsíðsta stigið, áðrenn Helen við einum reinum serviessi vann Føroyum settið og dystin.
Triðja sett endaði 25-23, og Føroyar vunnu 3-0, men einki er at ivast í, at føroysku kvinnurnar nú hava fingið nakað at hugsa um, tí í komandi dystum kann ikki roknast við øðrum enn uppaftur harðari mótstøðu.
FAKTA um dystirnar
Menn: Føroyar-Gotland 0-3 (28-30, 15-25, 17-25)
Kvinnur: Føroyar-Grønland 3-0 (25-23, 25-21, 25-23)










