ÍF SPÆLARIN
Eyðolvur R. Petersen er liðformaður í Fuglafirði. Um hann skal taka ímóti FM steypinum eina ferð í oktober vil hann einki tosa um.
-Árið er langt. Tað eru 75 stig eftir at spæla um, og tað er týdningarmikið hjá okkum at hava fokus á næstu uppgávuni. Tað verður á Skála nú sunnudagin. Tá fara vit eftir sigrinum, men tað er heilt víst, at vit fara einki at fáa, um vit ikki fáa armarnar upp á pláss aftur nú beinanvegin. Sjálvandi kennist tað ógvuliga hugaligt, at vit hava fingið seks stig eftir tvey tey fyrstu umførini, og vit skulu taka góðu royndirnar við okkum, men einki kemur av sær sjálvum, og vit skulu stríðast fyri søkini.
Hvussu ert tú nøgdur við tykkara avrik?
- Eina løtu fyrsta partin av 2. hálvleiki sparkaðu vit ov nógv og spældu ov lítið. Men annars haldi eg, at tað var á góðari leið.
Hvussu ber tað til, at tað gongur betri nú, enn tað gjørdi í fjør?
- Eg haldi fleiri orsøkir eru til tað. Í fjør var tað sera órudduligt. Vit skiftu venjara, og nógvar broytingar vóru á liðnum, tí vit fingu nýtt fólk mitt í árinum. Nú hava vit eitt gott lið. Tað hevur havt týdning, at Poul Ennigarð er komin í verjuna. Símun Eliasen fyllir væl á miðvøllinum, og vit kenna teir báðar álopsspælararnar betri, enn vit gjørdu í fjør. Teir eru sera stinnir, heldur Eyðolvur R. Petersen.
Tú gjørdi sjálvmál?
- Ja, eitt flott mál! Eg helt satt at siga, at eg var longri úti, enn eg var. Ætlanin var við høvdinum at leggja aftur til Allan Joensen í málinum, men í staðin fór bólturin í bleytum boga upp um hann og í málið. Tað var gott, at hatta ikki kostaði sigurin!
At royna afturlegging í so trongdari støðu boðar frá sjálvsáliti?
- Ja, hatta var kanska ikki so skilagott, tí har vóru nógvir kring meg, og onkrir róptu, at tað var rangstøða. Men vit hava sjálvsálit, og venjarin vísir okkum álit. Moralurin er góður, og tað er gott grundarlag at byggja á.