Moralurin enn eina ferð í toppi

ÍF venjarin iðrar seg um, at hansara menn fyrstu løtuna ikki vóru nóg neyvir í verjuspælinum, og hann rósar teimum fyri enn eina ferð at megna at koma afturíaftur

ÍF

Fuglfirðingar hava nógvu tey seinastu árini ikki verið kendir fyri at vera so ógvuliga nærlagdir og ídnir, tá ið tað hevur gingið ímóti. Í so máta eru teir ikki at kenna aftur. Á Skála vóru teir aftanfyri 1-0 og 2-1, men teir megnaðu báðu ferðirnar at svara aftur.
Í Runavík legði heimaliðið seg beinanvegin framum, og í meiri enn ein tíma var NSÍ á odda, men so svaraði ÍF so dyggiliga aftur.
- Eg var ikki nøgdur við soleiðis, sum mínir menn tóku sær av verjupartinum fyrstu løtuna og í 1. hálvleiki yvirhøvur. Hugburðurin og nærlagnið vóru ikki nóg stór. Eftir steðgin broyttist hetta heilt nógv. Vit fingu betri fatur á teimum, og sum 2. hálvleikur leið, haldi eg avgjørt ikki, at tað var órímuligt, at vit megnaðu at javna, sigur ÍF venjarin, Petur Simonsen.
Næstu stóru vikuna eigur ÍF fleiri spennandi avbjóðingar fyri framman. Sunnudagin skulu teir spæla á heimavølli ímóti TB, og annan hósdag skulu teir í steypakappingini spæla ímóti HB.
- Vit taka eina uppgávu í senn. TB dysturin verður torførur, og at tað ikki gongur av sær sjálvum á heimavølli, sóu vit ímóti B36. TB undirstrikaði sunnudagin, at teir ikki bara ætla sær at leggja rygg til tap. Og so verður tað spennandi at hitta meistararnar og steypavinnararnar í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, heldur Petur Simonsen.