Moralska finalan í kvøld

Tá Caroline Wozniacki klokkan umleið 17 í kvøld spælir hálvfinalu móti Jelena Jankovic, verður tað ein moralsk finala, sum Wozniacki veruliga hevur stríðst fyri. Eftir at hava sópað ein kvalifikatiónsspælara av vøllinum í øðrum umfari av Family Circle Cup í Charleston, South Carolina, møtti Caroline Wozniacki Barbora Zhalavova Strycon í einum dysti, ið ikki júst vísti, at Caroline er nummar eitt á heimsstyrkilistanum og Barbora nummar 48.

Eftir at hava strokið fram um 4-1, tók kekkin Wozniacki aftur, og síðani fylgdust tær upp til 6-6, so settið mátti avgerast við einum javnbrótara. Men sjálvt um ozniacki kom fram um 5-1, endaði javnbrótarin 8-6.

Í øðrum setti var skilið hitt sama. Leikararnir fylgdust til 6-6, og sjálvt um javnbrótarin eina løtu stóð 6-3 til Wozniacki, megnaði hon ikki at avgera fyrr enn við støðuna 10-9, tá hon endiliga fekk avgerandi bóltin til 11-9 eftir tveimum tímum og 33 minuttum.

Í fjórðingsfinaluni møtti danin so Yanina Wickmayer frá Belgia. Har tapti Wozniacki fyrsta sett 4-6, men kom síðani aftur og vann tey bæði næstu við somu sifrum, 6-4, 6-4 eftir tveimum tímum og 43 minuttum.

Tað hoyrir eisini við til søguna, at Wickmayer, nummar 23 á styrkilistanum, ongantíð hevur vunnið á einum spælara omanfyri nummar sjey á listanum.

Klokkan umleið 17 í kvøld vísir Eurosport moralsku finaluna millum Wozniacki og Jankovic við tað, at í hinari hálvfinaluni møtast rættiliga ókendu Shuai Peng frá Kina og russiska Elena Vesnina.