Morð við postkravi

Libby hevur verið gjøgnum nakrar pínufullar tímar, dagar, vikur og mánaðir í fongsli, tá tað at enda hepnast henni at hitta sonin í telefonini. Tey tosa eina løtu, áðrenn hann sær, at hurðin verður latin upp, og sigur: »Hey babba!«

Men samstundis oyðileggur hetta meiningina við tilveruni hjá Libby og gevur henni eina nýggja meining við lívinum. Hon situr jú í fongsli fyri morðið á mann sín ? tann mannin, sum júst kom inn um dyrnar hjá soninum. Nú hevur hon bert eitt í huga, at sita dómin og síðani at leita eftir manni og soni. Fyri at sameinast við annan og drepa hin. Tað Lybbi longu er revsað fyri morðið á mannin eina ferð, kann ikki dømast einaferð afturat!

Ashley Judd spælir kvinnan, ið ætla at hevna við postkravi, mena Tommy Lee Jones er eftirlitsmaður hennar, sum uttan úrslit roynir at halda skil á leyslætnu Lybby. Frá hugnaliga Seattle har norði til tað slavna og heita New Orleans har suðri. Thrillarin »Morð við postkravi« er stjórnaður av Bruce Beresford, Oscar-vinnaranum fyri filmin »Driving Miss Daisy«.