Morðroynd ímóti Hamid Karzai

Taliban royndi fyrrapartin at beina fyri afghanska forsetanum, men royndin miseydnaðist. Uppreistrarmenninir skutu fleiri rakettir eftir einum húsum, sum forsetin var í.

Sambært tíðindastovunum var forsetin mitt í einari røðu, tá rakettirnar brustu, men hann fekk ongan skaða, verður sagt.

Hetta er triðju ferð, at roynt verður at beina fyri Hamid Karzai, síðani hann gjørdist forseti í 2001.