Tvær ungar gentur halda nýggjársaftan í Lerwick í Hetlandi. Til stuttleika fara tær at vitja gamla, løgna stavnin Magnus Tait, sum livir eitt heldur ússaligt lív í einum lítlum skúri. Stutt eftir verður onnur gentan, Catherine, funnin myrd í kavanum skamt frá skúrinum hjá Tait.
Illgrunin logar
Soleiðis er pallurin nú settur í virðisløntu krimisøguni "Sort som ravnen" eftir hetlendska rithøvundan, Ann Cleeves. Avbyrgda oyggjasamfelagið kann illa hóska betur til eina sanna krimisøgu. Drápsmaðurin sleppur ikki at stinga av, og illgrunin breiðir seg sum eitur millum oyggjafólkið, ið eru skjót at finna ein syndabukk. Sambandið millum Tait og morðið á Catherine tykist nevniliga eyðsýnt. Ikki minst, tí Tait fyri átta árum síðani var undir illgruna í einum máli, har ein lítil genta hvarv. Gentan varð ongantíð funnin, og tí legði løgreglan málið til viks. Men við morðinum á Catherina byrjar illgrunin aftur at loga.
Inn kemur nú løgregluovastin, Jimmy Perez, sum ikki er so sannførdur um, at nakað samband er millum Tait og morðið á Catherine. Føddur og uppvaksin á lítlu hetlendsku oynni Fair Isle veit hann, at tú skalt vera á varðhaldi, tá bygdafólkið rottar seg saman í jagstranini eftir syndabukkum.
Samfelagslýsing
Við Perez fær lesarin samstundis eina hugtakandi lýsing av Hetlandi, har oljuvinnan hevur broytt stórt sæð alt, meðan fólkið roynir at bjarga náttúrini og gomlu mentanini. Sjálvur gongur Perez og droymir um at gevast sum politistur og yvirtaka starvið hjá pápa sínum sum skipari á postbátinum millum Fair Isle og Lerwick.
Men fyrst skal hann also uppklára hetta løgna morðið. Skjótt finnur hann út av, at Catherine var í ferð við at gera ein film um lívið í lítla oyggjasamfelagnum. Hetta økir nevniliga munandi um talið á teimum, ið kunnu hugsast at vilja sleppa av við hana. Eitt nú var tað kanska ikki so heppið, at hon gekk og filmaði á eini veitslu hjá ríkmanninum Duncan, sum hevur vunnið ovurhonds nógvan pening við at leiga út jørð til oljufeløgini ... Tað vísir seg, at Perez er á rættari leið, men ikki á ein hátt, lesarin væntar. Ein størri sorgarleikur býr nevniliga undir í hesi sorgblíðu krimisøguni, har lýsingin av hetlendska oyggjasamfelagnum er líka hugtakandi sum snildisliga ráðagerðin.
Framhald
"Sort som ravnen" fekk The Duncan Lawrie Dagger virðislønina fyri bestu krimisøgu í 2006. Bókin hevur fingið sera góð ummæli, sum tey flestu geva sær far um serligu evnini hjá Ann Cleeves at tvinna saman eina snilda krimifrásøgn og lýsingina av hetlendska oyggjasamfelagnum.
Lesarar kunnu longur nú gleða seg til at frætta meir frá Ann Cleeves. Í gjár kom nevniliga framhaldið av Sort som ravnen, ið hevur heitið White Nights. Og so er hetta bert onnur bókin í eini røð av fýra um morð í oyggjasamfelagnum eftir Ann Cleeves.










