Serbiska innanríkisráðið kunngjørdi sunnudagin, at ein fyrrverandi tænastumaður í loyniligu løgregluni hevur viðgingið, at tað var hann, sum skjeyt Zoran Djindjic, forsætisráðharra tann 12. mars.
Dusan Mihajlovic, innanríkisráðharri, segði, at ákæruvaldið hevur savnað nóg mikið av próvtilfari at fara undir eitt rættarmál ímóti drápsmanninum og hinum, sum skipaðu fyri morðinum. Hann legði tó afturat, at onkur gongur leysur enn, men at teir seinastu verða tiknir skjótt.
Serbisku myndugleikarnir halda, at morðið var liður í einari kvettroynd. Zoran Djindjic var andstøðuleiðari í forsetatíðini hjá Slobodan Milosevic, og avgerðin hjá Djindjic at flýggja dómstólinum í Haag Milosevic, fekk øði í teir tjóðskaparsinnaðu viðhaldsmenninar hjá gamla forsetanum. Serbisku myndugleikarnir hava fyrr bent á, at kona Milosevic, Mira Markovic, var uppi í morðætlanunum. Hon er í Moskva, men enn hava myndugleikarnir ikki biðið russar útflýggja hana.