Teir, sum blivu fríkendir fyri at hava beint fyri russisku tíðindakvinnuni Onnu Politkovskaja, máttu aftur seta seg á ákærubonkin í rættinum í Moskva í gjár. Fyrru ferð teir vóru í rættinum, blivu menninir fríkendir, men russiski hægstirættur ógildaði dómarnar.
Tískil kundi ákæruvaldið taka málið uppaftur, og tann viðgerðin byrjaði í gjár.
Sum tíðindakvinna var Anna Politkovskaja mangan sera atfinningarsom ímóti táverandi forsetanum, Vladimir Putin, og politikki hansara í Kekenia. Hon bleiv funnin skotin í Moskva tann 7. oktober í 2006.