Sun Myung Moon, sum stovnaði Sameiningarkirkjuna, fekk skaða, tá ein tyrla, sum hann var í, neyðlendi á einum fjalli í Suðurkorea í gjár. Sambært myndugleikunum, vóru 16 fólk í tyrluni, og 14 teirra fingu skaða. Millum teirra, sum vóru í tyrluni, var kona Moon og fleiri skyldfólk teirra.
Tíðindastovan AP skrivar, at eldur kom í tyrluna, tá hon neyðlendi á Gapyeon-fjallinum, sum er einar 60 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum Seoul. Sagt verður, at Sun Myung Moon var á veg at vitja eitt sjúkrahús, tá tyrlan noyddist at neyðlenda.










