Moodys ávarar Týskland

Amerikanska kreditmetingarfyritøkan Moodys sigur nú, at framtíðarvánirnar hjá týska búskapinum eru "neiligar" og ikki longur "støðugar", sum fyritøkan higartil hevur mett. Tað sama sigur Moodys um Niðurlond og Luksenburg.

Niðurstøðan hjá kreditmetingarfyritøkuni er ein ávaring um, at kreditvirðið hjá teimum trimum londunum verður kanska lækkað í næstum. Moodys sigur tað vera møguligt, at tey trý londini skulu veita Spania og Italia enn størri hjálp, og at tey gerast offur, um tað hendir, at Grikkaland fer burtur úr evrusamstarvinum.

Fíggjarmálaráðið í Berlin vísir í einari viðmerking til ta nýggju fráboðanina hjá Moodys á, at metingarfyritøkan umrøður Týskland sum "tað trygga akkerið hjá evruøkinum". Ráðið heldur annars ikki, at nakað nýtt er í fráboðanini hjá Moodys.

Finnland, sum eins og Týskland, Niðurlond og Luksenburg, hevur ta ovastu kreditmetingina, fær ikki ávaring frá Moodys. Metingarfyritøkan sigur, at tann finski búskapurin er lítil, at bankakervið leggur seg eftir at røkja heimamarknaðin, og at tann finski samhandilin við evruøkið er avmarkaður.