Altjóða metingarstovnurin, Moody?s, hevur í nýggjari meting endurtikið síni góðu ummæli av Føroya Banka. Øll útlit eru støðug og vísa sterku fíggjarstøðu bankans og sterku støðu bankans á marknaðinum, sigur stovnurin
Moody?s metti fyrstu ferð um Føroya Banka í mai 2008. Tá segði metingarstovnurin, at Føroya Banki hevði eina sera sterka støðu á heimamarknaðinum, at fíggjarstøða bankans var sera góð, og at útláns bankans eisini vóru góð. Bankin fekk tá metingina A3.
Í desember 2008 segði Moody´s, at allar metingar vóru støðugar. Inntjeningin var góð, støða bankans á marknaðinum var sterk, og váðin var ikki øktur síðan metingina í mai 2008.
Nú hevur Moody?s so á triðja sinni mett um støðuna hjá Føroya Banka og endurtikið sítt góða ummæli av bankanum.
- Øll útlit eru støðug og vísa sterku fíggjarstøðu bankans og sterku støðu bankans á marknaðinum, sigur Moody?s í nýggjastu metingini, skrivar Føroya Banki á heimsíðu síni.
Moody´s hevur í seinastuni eisini greinað fleiri bankar í Danmark, og har hevur stovnurin í fleiri førum lækkað kredittmetingina.









