Kolumbianski McLaren/Mercedes koyrarin Juan Pablo Montoya er ikki við, tá koyrt verður sunnudagin. Hann hevur brotið økslina meðan hann spældi tennis. Í hansara bili koyrir í staðin tann eini royndarkoyrarin hjá liðnum spaniumaðurin Pedro de la Rosa.
Brotið í økslini hjá Montoya er ikki so umfatandi, so væntandi fær hann luttikið í koyringini á Immolabreytini í Italiu um góðar tvær vikur. Støða verður tó ikki tikin til hetta fyrr enn í vikuni áðrenn Immola. Tá verður eisini avgjørt um ein møguligar avloysari skal verða de la Rosa ella hin royndarkoyrarin hjá liðnum eysturríkski Alexander Wurz.










