Tá italska tjóðartingið seinni í dag fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár, fer forsætisráðharrin, Mario Monti, at handa forsetanum umsókn sína um at sleppa frá. Tað siga stjórnarkeldur fyri fjølmiðlunum.
Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi flokkurin PDL, at hann styðjar ikki Monti og stjórn hansara longur. PDL er flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi.
Italsku fjølmiðlarnir vænta, at Monti fer at halda tíðindafund sunnudagin, og at hann tá fer at siga frá, um hann stillar upp til at leiða eina nýggja stjórn aftan á tjóðartingsvalið, sum vrður í februar.










