Forsætisráðharrin í Italia, Mario Monti, sigur, at hann hevur gjørt av at leggja frá sær, nú hann hevur mist stuðulin frá flokkinum hjá Silvio Berlusconi, PDL. Tað kunngjørdi hann, eftir at hann hevði verið og tosað við forsetan, Giorgio Napolitano, í gjár.
Monti sigur, at hann verður kortini sitandi, til tjóðartingið í Rom hevur avgreitt fíggjarlógina fyri næsta ár.
Mario Monti, sum ikki er limur í nøkrum politiskum flokki, hevur staðið á odda fyri italsku stjórnini síðani í november í fjør, tá Italia var í stórari kreppu. Tað kemur ikki heilt óvart á eygleiðarar, at hann gevst, tí á einari vitjan í USA tíðliga í heyst segði hann, at hann ætlaði sær ikki at stilla upp á valinum næsta ár.
Silvio Berlusconi kunngjørdi í gjár, at hann stillar upp, og at hann stillar upp fyri at vinna forsætisráðharrastarvið.