Donsku bløðini vita í dag at siga um ein 64 ára gamlan dana, ið var dottin í deyðan á veg oman aftur av Mont Blanc. Men í hesum førinum eins og í øllum øðrum førum við deyðsvanlukku á høga fjallinum, eru tað vantandi fyrireikingar og vantandi trygdartiltøk, ið eru skuld í vanlukkunum.
- Vit eru allir familjumenn, og at taka nøkur óráð fyri hevði verið óhugsandi. Vit vandu okkum við hæddina í fimm dagar, har vit eisini saman við okkara ferðaleiðarum vandu okkum til tað, ið fór at koma seinasta teinin upp á Mont Blanc, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at á veg oman aftur av tindinum møttu teir fleiri fólkum, sum einsamøll og uttan at vera íbundin klintraðu upp eftir fjallasíðunum.
- Slíkt er púra óforsvarligt, og tað hevði eingin av okkum funnið upp á at gjørt. Tað eru so nógvar sprungur í gletsjarunum, og missir tú fótafesti og dettur í eina slíka, berst ikki boð í bý, sigur Sjúrður Skaale.
Teir byrjaðu at klintra upp á 4810 metra høga tindin klokkan hálvgum tvey um náttina.
- Tá er kavin harðast og best er at ganga. Vit vóru íbundin fýra og fýra við einum ferðaleiðara í hvørjum fylgi. Stutt eftir at vit vóru farin avstað hoyrdu vit dunið frá einum lopi, sum var tætt við har, vit gingu, sigur Sjúrður Skaale.
Yvirkomiligt
Tað er frá bygdini Chaminix at gingið verður upp á Mont Blanc frá fronsku síðuni av fjallinum. Har er alt lagt út eftir fjallinum, og skíð, klintran og trekking, sum tað verður rópt, hevur alt at siga fyri lítla samfelagið.
- At gerast ferðaleiðari har krevur eina longri útbúgving. Tú skal læra at kenna fjallið og týða ávaringartekin, eins og tú skal læra at fyrihalda teg til ta náttúru, sum er í fjallaøkinum, sigur Sjúrður Skaale.
Tað er í stóran mun sama toymi, sum í fjør var á Kilimanjaro, sum fríggjadagin klintraði upp á hægsta tindin á Mont Blanc. Men meðan tað er mest sum »a stroll in the Park« at ganga upp á hægsta fjallið í Afriku, so er tað heldur truplari at koma upp á Mont Blanc.
- Ikki fyri tað. Vit tosa um einar 15 tímar frá tí vit fóru frá húsum, til vit vóru niðri aftur í Chaminix, so tað er ein yvirkomiligur túrur, sigur Sjúrður Skaale.
Gingið var um einar fýra tindar og dalar, áðrenn ferðalagið var komið upp á tindin, men uppkomin var tað ein bergtakandi sjón at líta yvir allar fjallatindarnar í Alpunum.
- Nú eru menn so smátt byrjaðir at tosa um at klintra upp á hægsta fjall í Suðuramerika, Aconcagua í Argentina, sum er smáar 7.000 metrar høgt, sigur Sjúrður Skaale.
Ferðalagið fór úr Føroyum 3. juli og vóru aftur heima 12. juli.









