Tað eydnaðist ikki russiska risanum, Nikolai Valuev, at taka metið hjá Rocky Marciano, sum í síni tíð vann 49 tungvektsdystir á rað. Vuluev hevði undan leygardegnum vunnið 46 ferðir á rað, men Rusian Chagaev »tann hvíti Tyson« úr Usbekistan megnaði at taka HM-belti. Chagaev megnaði ikki veruliga at sláa Valuev niður, men yvir 12 umfør var hann klárt betri boksarin, og við atkvøðunum 117-111, 115-113 og 114-114 vann hann dystin.










