Monstrið ger aftur um seg

146 kilo tungi Nikolai Valuev ger aftur um seg á boksipallinum. Í fjør tapti russiski risin, sum verður róptur “the Monster” óvæntað fyri Ruslan Chagaev úr Usbekistan, men nú tykist hevndin vera ávegis. Um vikuskiftið vann Valuev tryggan sigur á Sergei Liakhovich, og tann sigurin skuldi til, fyri at fáa ein rematch móti Chagaev. – Hann prógvaði loksins, hvussu góður hann er. Valuev hevur ongan tíð verið betri, staðfesti umboðsmaðurin hjá Valuev, Wilfried Sauerland, eftir dystin.