Monster er ársins videolag

Eingin hevur í søguni hjá FMA havt eins nógvar tilnevningar sum Heiðrikur á Heygum til Ársins videolag og fyri aðru ferð eydnast tað nú listamanninum av vinna heiðurin. Regin W. Dalsgaard, nevndarlimur í Okkara, avdúkaði júst nú, at Heiðrik á Heygum hevur vunnið virðislønina fyri videolagið til sangin Monster, ið hann sjálvur syngur.


Hetta er aðru ferð, at Heiðrikur á Heygum hevur framleitt Ársins videolag. Seinast hann vann tað var í 2015, og var tað tá fyri videolagið til sangin Rain hjá Eivør


Umframt at hava vunnið heiðurin tvær ferðir, so hevur Heiðrikur á Heygum fimm ferðir verið tilnevndir til heiðurin. Í fjør hevði hann tríggjar tilnevningar, meðan hann í 2014 hevði tvær tilnevningar.


Hini sum vóru tilnevnd til at vinna Ársins videolag vóru FRUM – Let it, leikstjóri Beinta á Torkilsheyggi, Hamferð – Frosthvarv, leikstjóri Franklin Henriksen, FRUM – No Shapes, leikstjórar Sára Wang og Maria Winther Olsen, og Amokk – Sorry 4 Yourself, leikstjóri Jesper Isaksen.


Til ber at síggja videolagið við at trýsta á pílin á myndini.