Monrad brotið armin

NSÍ spælarin undrast á, at B36 fekk innkast, tá hann brotnaði

Tað var í landskappingardystinum sunnudagin millum NSÍ og B36, at Monrad Holm Jacobsen breyt armin, tá hann fór upp at skalla og lendi skeivt. Hann er í nærdysti við B36 framherjan, Adeshina Lawal.

 

Til ber at síggja hendingina við at trýsta á pílin á myndini

 

-       Eg trúgvi ikki, at Adeshina Lawal gjørdi hatta fyri at skaða meg, hóast at mann sær á klippinum, at hann leggur seg inn undir meg, tá eg eri hægst í luftini, sigur Monrad Holm Jacobsen, sum hevur brotið armin.


Les eisini: (Video) Samandráttur: NSÍ - B36 0-1

 

-       Støðan er tann, at eg havi fingið brot á armin. Armurin fór í tvey, og so klovnaði tað ovara beini uppeftir og ein splint brotnaði úr, greiðir Monrad frá.

  

Les eisini: Trygvi: Eg skilji einki

 

Monrad Holm Jacobsen fíliast eisini inn á dømingina í samband við hendingina. Dómarin, Petur Reinert, bríkslar í støðuni fyri innkasti til B36.

 

-       Og so er tað eisini ótrúligt dómarin bríkslar fyri innkasti til B36 í støðuni, sigur Monrad H. Jacobsen at enda.

 

Monrad skal nú binda fri í áleið seks vikur, meðan armurin verður lagdur í gips.