Monopolið seinkar øðrum ætlanum

At Atlantsflog verður einsamalt um flúgvingina á Føroyarutuni, fer at seinka øðrum ætlanum, arbeitt hevur verið við, í minsta lagi eitt ár

Reykjavík:Tá Atlantsflog frá 1. november í ár verður einsamalt á Føroyarutuni, verður neyðugt hjá felagnum at leggja alla orku í at røkja ta flúgvingina saman við teimum avtalum, sum longu eru gjørdar. Tað ger, at ikki verður orka at fara undir nýggjar verkætlanir á millumlanda rutum, sigur stjórin á Atlantsflogi, Magni Arge.
Stjróin í Hetlendska ferðaráðnum,. Andy Steven, segði á VestNorden Travel Mart í Reykjavík týsdagin, at hann vónaði, at tað skjótt fór at bera til at flúgva við Atlantsflogi millum Hetland og England.
Ein slík ferðaætlan kundi so verið við til at hjálpt Atlantsflogi at fingið fleiri ferðafólk í flogfarfið millum Vágar og London, helt Andy Steven. Eisini kundi hetta verið við til at styrkt bondini millum Føroyar og Hetland við millum annað at fingið fólk at ferðast meira hjá hvørjum ørðum, helt hann.
Hann segði, at vónirnar høvdu verið, at hendan flúgvingin kundi byrja næsta ár. Men nú er líkt till, at tað í hvussu er fór at gerast eitt ár seinni, seðgi Andy Steven.
Hann segði seg vera vónbrotnan av, at tað nú var líkt til, at tað, at Maerks Air gevst at flúgva til Føroya, ger, at Artlantsflog fer at útseta ætlanina um at flúgva til Hetlands.
Vónirnar um eina flogrutu millum Hetland og London vóru settar til Atlantsflog, tí ikki er líkt til, at British Airways fer at gera nakað burtur úr hesi rutuni.
Hinvegin kundi hon verðið eitt íkast hjá eini frammaundan verandi rutu hjá Atlantsflogi millum Vágar og London.
Magni Arge, stjóri á Atlatnasflogi, váttar, at arbeitt hevur verið við ætlanum um at flúgva millum Hetland og London.
Men nú Atlantsflog er vorðið einsamalt á høvuðsrutuni, sum er millum Vágar og Danamark, er neyðugt at leggja alla orku í ta flúgvingina, og tískil verða aðrar ætlanir, sum hava verið frammi, skotnar minst eitt ár fram í tíðina. Soleiðis eisini ætlaða Bretlandsfúgvingin.
Ein onnur grund er tann, at hetlendingar eru í ferð við at umvæla flogvøllin í Sumburgh í Hetlandi, og til tað arbeiðið er liðugt, metir Magni Arge, at skilagott er at bíða við at fara undir nakað nýtt á teimum leiðunum.