Monopol og undirhondssøla

- Higartil hava vit í Føroyum havt ávísa kapping innan asfalt, men soleiðis er ikki longur, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni, munnligan fyrispurning um leiguavtalu í samband við asfaltverkið á Sundi.

 

Í fyrsta og øðrum lagi spyr løgtingsmaðurin, um landsstýrismaðurin hevur góðkent leiguavtaluna, sum Landsverk hevur gjørt um asfaltverkið á Sundi, og hvussu hann hevur tryggjað sær, at prísurin er hin rætti?

 

Í triðja lagi spyr Jørgen Niclasen, um leiguavtalan í almennum reglum er at rokna sum ein leasingavtala og tískil útreiðsluførd sum slík - og í fjórða og seinasta lagi, um Kappingarráðið hevur góðkent avtaluna, sum gevur Landsverk monopol og eisini hevur við sær undirhondssølu av útgerð, sum løgtingsmaðurin tekur til.

 

- Higartil hava vit í Føroyum havt ávísa kapping innan asfalt. Tað hava verið tveir framleiðarar av asfalti, og fýra fyritøkur hava bjóðað seg fram til útlegging av asalti.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at nú hevur Landsverk gjørt eina leiguavtalu við asfaltverkið á Sundi, sum gevur Landsverki monopol á asfaltframleiðslu.

 

- Við í avtaluni hevur Landsverk eisini gjørt eina undirhondsølu av útgerð til útlegging av asfalti, sum ikki er boðin út. Landsverk vil ikki upplýsa prís, hvørki á leiguavtalu ella útgerð.

 

Jørgen Niclasen heldur, at tað tí av røttum kann spyrjast, um rætti prísurin er brúktur - og um landsstýrismaðurin hevur góðkent avtaluna.

 

- Soleiðis, sum leiguavtalan er orðað, sær út til, at hon í almennum reglum er at rokna sum leasingavtala. Tá skal játtan og útreiðsluføring av allari avtaluni gerast beinanvegin.

 

Løgtingsmaðurin vísir at enda í fyrispurninginum á, at í avtaluni framgongur, at Kappingarráðið skal góðkenna avtaluna, sum gevur Landsverk monopol og eisini hevur við sær undirhondssølu av útgerð.