Thormann Kruse,
TeleTech
Hvør kundi ikki hugsað sær at verið partaeigari í monopolfyritøku. Hesar hava jú inntøkutrygd gjøgnum mopolstøðu sína.
Í kjakinum hevur verið frammi, at Føroya Tele er meiri vert - kann seljast fyri fleiri mió, sum fara í Landskassan - um fyritøkan framvegis eigur undirstøðukervið.
Hetta er helst ikki tørført hjá nøkrum at síggja, um grundgivið verður fyri hví so er.
Ein og hvør sum setur pengar í eina fyritøku, vil fegin hava sum mest avkast av pengum sínum, við so góðari trygd sum til ber. Tá FT hevur eina viretuella monopolstøðu eru vánirnar fyri at fáa stórt avkast størri, tí fyritøkan avger sjálv prísin á tænastunum og hevur ongan at kappast ímóti. Tapararnir vera tey sum nýta tænasturnar.
Henda støða kann samanberast við at Atlantic Airvays hevði verið eitt betri aktiv, um felagið eisini átti flogvøllin.
Hetta hevði tryggjað felagnum einkarrættin til føroyaflygvingina við at hava ein »hald teg burtur prís« tíl evt. kappingarfelagar. So einfalt er tað.
Tað at politikarar skulu stýra vinnulívinum hevur ongantíð roynst og fer tað heldur ikki nú. Skipanin er alt ov stirvin og óvisioner. Tað sum politikarar skulu gera er at skapa karmar fyri at vinnulívið kann trívast undir støðugum treytum. Hetta merkir, at karmarnir ikki skulu vera broyttir í heilum soleiðis, at onki ber til, men vera so rúmir, at nakað ber til, so vinnulívið kann trívast.
Tað, at hava pengar kann vera ein fyrimunur, men kann eisini skjótt vera ein vansi. Hevur tú nóg mikið av pengum, kanst tú lætt koma í ta støðu, at tú hevur brúkt nógvar pengar, kanska nógv for nógvar pengar, tí tú helt at tað fór at bera til hóast undirskot á hvørjum ári. Hetta er ein vansi, tí pengarnir skulu gjaldast aftur, um hetta er til interessentarnar ella til tað almenna.
Ikki at hava nakrar pengar er avmarkandi, men fremur kreativitetin, og ger at tú ikki kanst koma í eins stóra skuld, sum hann sum hevur nógvar pengar.
Kendi vinnulívsmaðurin Richard Branson, Virgin Airlines, hevði ongar pengar, tá ið hann byrjaði flogfelag sítt. Tað tók honum meir enn 6 mánaðir at skrava so mikið saman frá plátusølum sínum, Virgin Records, at luft fekst undir veingirnar á fyrsta flogfarinum.
Fari at enda við at geva Peturi Zachariassen, sum hevur púra rætt, tá ið hann sigur, at: pengar er ongin trygd fyri góðum úrsliti, men tað hjálpir.










