MonkeyRat á Mojo

MonkeyRat, ið hevur føroyska bassrót, fer á pall á Mojo í Keypmannahavn í Kvøld.

 

MonkeyRat verður vertur fyri jam session á Mojo í kvøld, 11. apríl, har tey fara fullmannað á paliin klokkan 22.

Tey framføra teirra funky hits frá "Fuck The Jante Law" og "Sunshine" fløgunum í fyrsta setti. Síðani verður Blues Jam.

MonkeyRat ognaði sær ein stóran skara av nýggjum fjepparum seinasta leygarkvøld, tá tey framførdu á OPERAtion Færøerne í Christiania fyri fullum húsi. Eitt tiltak, sum Edmund S. Jacobsen stóð á odda fyri.

Funk er loksins av álvara farið at seta seg í føroyingar, metir manningin í MonkeyRat.

Manningin hóskvøldið verður tann sama seinasta leygarkvøld:Anna Iachino – vokal, Arnold Ludvig - bass/vokal, Kristian Hoffmann – guitar, Jens Stoklund – trummur, Jasmin & Jasmin - serstakar gesta sangkonur.