MonkeyRat á Copenhagen Jazzfestival

Bólkurin, hvørs primusmotorar eru úr Føroyum og úr Canada, verður við á jazzfestivalinum í Keypmannahavn, har manningin eisini í gerandisdegnum heldur til.

Tey framføra til Copenhagen Sunday Open Stage Weekly Listening Room, skipað av Brett Perkins.

MonkeyRat Duo og Jasmin Malaika á Råhuset undir Copenhagen Jazz Festival. Hetta verður sunnukvøldið tann 7. juli klokkan 21.

Eftir eina framúrskarandi konsert við MonkeyRat, Jasmin & Jasmin og roWan á Trixx Festival í Christiania seinasta leygarkvøld, eru Anna Iachino & Arnold Ludvig aftur klár at framføra.

Sunnukvøldið framføra tey sum MonkeyRat Duo, saman við Jasmin Malaika, serstøk gestasangkona, sum millum onnur løg syngur við á Amsterdam sanginum frá "Sunshine" fløguni.

MonkeyRat Duo og Jasmin Malaika fara at framføra løg frá "Fuck The Jante Law" og "Sunshine", og ein nýggjan funk sang.

Hetta hendir á Råhuset, Onkel Dannys Plads, sunnukvøldið 7. juli klokkan 21.

Manningin er: Anna Iachino - vokal/lyricist - Arnold Ludvig - bass/komponist og Jasmin Malaika - serstøk gesta sangkona.

 

Skoytast kann uppí, at sum solistur er bassúrmælingurin Arnold Ludvig nógv frammi í løtuni í Føroyum við jazzfløgu, sum hann júst hevur givið út.