Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara í næstum at framføra á konsertum, sum Konsertfelagið skipar fyri.
Tey vera at hoyra í Listaskálanum leygardagin 2. apríl kl. 16.00 og í Fuglafjarðar kirkju týskvøldið 5. apríl kl. 19.30.
Á skránni er virtuosur og vælljómandi tónleikur eftir m.a. Paganini, Giuliani, Beethoven og Kreisler.
Violin og gittari eru aldargomul ljóðføri, ið nógv tónaskøld hava skrivað tónleik til. Paganini, ið annars er kendur sum hin mætasti vioinleikarin nakrantíð, leikti sjálvur á gittara, og eru bæði solostykki og nógvur kamartónleikur fyri gittar frá hansara penni. Sama við Mauro Giuliani, ið oftani verður nevndur “Gittarans Paganini” Hann var sera nógv eftirspurdur sum tónleikari og spældi hann javnan á konsertum við mætum tónleikarum sum t.d. Rossini.
Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, okkurt serstakt hjá Beethoven, ein brellbita av ungverskum Czardas og smærri solostykki.
Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman. Bæði í Føroyum og uttanlands. Seinni í mánaðinum fara tey á konsertferð til USA.
Konsertirn í Listaskálanum leygardagin 2. apríl kl. 16.00 verður í stóra pyramidusalinum, ið er sera væl egnaður til violin og gittara. Kirkjan í Fuglafirði er tiltikin fyri góðan ljómburð, so spennandi verður at hoyra tey týskvøldið 5. apríl kl. 19.30