Hugnaløta
Hugnaløtan, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni komandi hóskvøld, verður uppafturtikin í Bátasavninum í Leirvík kvøldið eftir, fríggjakvøldið, 24. februar klokkan 20.
Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen fara bæði at spæla tónleik og hava frásøgu um tónleikin og leirvíkingurin, Absalon Eliasen, verður eisini við á tiltakinum í Leirvík.
Tónleikurin hjá Moniku og Ólavi verður í stóran mun hin sami, sum framførdur verður í Miðlahúsinum.
Á bygd
Í Bátasavninum fer Absalon Eliasen at greiða frá, hvussu tað var at vera smádrongur og veksa upp á bygd.
Absalon hevur áður verið við í tiltøkum í Leirvík, og á einum tiltaki í Leirvíkar skúla hevði hann frásøgn um sildatíðina og tarvahald í Leirvík.
Hetta var eitt væl vitjað tiltak, og tað var sera áhugavert at hoyra skiparan greiða frá.
Í Bátasavninum fríggjakvøldið, har øll eru vælkomin, verður eisini kaffi og okkurt aftur við.










