Konsertirnar við Moniku Stauss Joensen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygul í Varpinum og Finsen vara í ein lítlan tíma og eru uttan steðg - og øll eru hjartaliga vælkomin

Monika og Jóhannes í Varpinum og Finsen

Konsertin í Varpinum, sum er partur av torradøgum, verður sunnukvøldið klokkan 20, og konsertin í Finsen verður mánakvøldið klokkan 20

 

Konsertirnar við Moniku Stauss Joensen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygul í Varpinum og Finsen vara í ein lítlan tíma og eru uttan steðg - og øll eru hjartaliga vælkomin

Sunnukvøldið og mánakvøldið komandi fara Monika Stauss Joensen á violin og Jóhannes Andreasen á flygul at hava tvær forvitnisligar konsertir.

 

Hin fyrra verður í Varpinum í Klaksvík, sunnukvøldið 22. februar klokkan 20, og hin seinna verður í Finsen í Havn, mánakvøldið 23. februar klokkan 20.

 

Monika og Jóhannes fara at framføra violinsonatu eftir Ludvig van Beethoven nr. 1 í D-dur og violinsonatu eftir César Franck.

 

Hetta eru tvær veruligar perlur í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri violin og klaver.

 

Í mun til sonatur frá fyrr, er leikluturin av báðum instrumentunum eins týðandi, og eru tey eisini í hesum báðum perlunum í samsvarandi dialogi við hvønn annan.

 

Konsertirnar við Moniku Stauss Joensen og Jóhannesi Andreasen í Varpinum og Finsen vara í ein lítlan tíma og eru uttan steðg, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Leggjast kann aftrat, at tað eru Klaksvíkar kommuna og Konsertfelagið, sum stuðla tiltakinum.

 

 

Konsertirnar við Moniku Stauss Joensen á violin og Jóhannesi Andreasen á flygul í Varpinum og Finsen vara í ein lítlan tíma og eru uttan steðg - og øll eru hjartaliga vælkomin