Monika og Helene í Runavík

Sunnudagin verður konsert við Moniku Staus Joensen, sum spælir fiól, og Helene Ringgenberg, sum spælir flýgul. Tær eru báðar ættaðar úr Sveis. Monika býr í Føroyum og undirvísur í Musikkskúlanum, og Helene er organistur í Sveis. Týska tónaskaldið Felix Mendelssohn hevur skrivað eina sonatu fyri brasj og klaver. Hesa sonatuna hevur Helene skrivað um til violin og klaver. Hetta verður fyrstu ferð Monika og Helene framføra sonatuna.

Monika & Helene
Býráðshúsið í Runavík
Sunnudagin 16/2 kl. 16.00