Trý ár og átta mánaðir seinni kemur ein eykajáttan og uppskot um lappalógir. Pensjónistarnir fáa eina lítla hækkan, sum tó ikki ein gang svarar til príshækkanina, meðan henda samgongan hevur sitið.
Fyrst hava vit ein fíggjarmálaráðharra, sum setur seg tungt á kassan fyri ikki at gjara so nógv út, at hann ikki skal hava ráð til fullveldið. So høvdu vit ein landstýrismann, Helenu Dam á Neystabø, sum ikki tordi at fara í tíngið og á samgongufund við pensjónini, men í heimildarloysi minguleraði alt so til, at hon til endans mátti fara frá.
Eisini rópa fólkafloksmenn um fólkatrygd. Teir vilja hava, at tey, sum hava góða løn, ikki sjálvi sleppa at leggja sær eftirlønina til rættis, og tey við lágum inntøkum skulu onki fáa frá landinum. Síðani fáa vit allan ruðuleikan við eftirlønunum hjá landsstýrismonnum. Eftir at hava baksast við ta eftirlønina í fýra ár, fara landstýrismenn í ellinta tíma at hugsa um vanliga pensjonistin.
Fyri at enda at gera ruðuleikan fullkomnan, so er partur av loysnini nú at taka frá kommununum. Hví søgdu tit ikki tað, tá kommunurnar gjørdu fíggjarætlan? Alt fer av lagi, tá slík boð koma, tá fíggjarætlanin er samtykt.
Samgongan kláraði hvørki at viðgera pensjónina, ei heldur at taka neyðug stig, og pensjónsøkið er framvegis afturútsiglt.