Andlitið broytist tó mangan, tá tey seinni, útkoyrd av alt ov nógvum søtmeti og uppbygdum spenningi til forloysandi løtuna, tá pappírið endiliga kann skræðast av, koppa yvir í møði.
Eitt annað andlit á jólum er tað á mammuni, sum so fegin vil náa alt. Tíðin strekkir ikki bæði til at arbeiða fulla tíð, baka, vaska, klippa, vitja jólatiltøk, keypa gávur og lesa søgur, hvussu fegin man enn vil. Men alt verður sett í eitt hægri gear í ein mánað, og mammurnar bíta tennirnar saman, fyri at fáa tann rætta hugnan heima. Tí eru mammuandlitini mangan móð á jólum.
Jólini koma eisini til teirra, sum bera sorg, og sum eru í iva um, hvussu tann stóra jólagleðin skal taklast mitt í sorgini. Kann man tilláta sær at syrgja og oyðileggja jólagleðina hjá hinum? Ella øvugt, um jólagleðin vísir seg mitt í sorgini, eigur man so at hava ringa samvitsku, tí man heldur átti at syrgt? Jólini hava eisini eitt sorgarbundið andlit.
Óansæð hvat andlit jólini vísa okkum í ár, so fevna tey á onkran hátt um okkum øll. Tey, ið hava mist arbeiðið óforvarandi og tey, ið klíva høgt á karrierutindinum. Tey gomlu og tey nýføddu. Tey, ið hava nógv og tey, ið hava lítið. Øll verða vit á onkran hátt drigin við í stóru mylluna, sum jólini eru.
– Jólini eru ein illusjón um tað perfekta, og eru í veruleikanum merkt av strongd, skeldi og grátandi børnum, verður onkuntíð sagt.
Men vónandi geva vit okkum tó eisini far um, at jólini, umframt øll hini ymsu andlitini, eisini eiga eitt friðsælt andlit. Vónandi minnast vit, at tað onkuntíð er upp til okkum sjálvi at finna friðsæluna. At tann vakrasti parturin av jólunum ikki vísir seg, um vit ikki geva okkum sjálvum stundir, umstøður og loyvi at varnast hann.