Mongolrist?

    

Óli Wolles, næstformaður í Javna
???????????????????????????

Trolmenn brúka í summ-um førum rist í trolinum fyri at skilja tað frá, sum teir ikki skulu brúka. Á læknaliga økinum tykist gongdin eisini vera at brúka "rist", fyri at skilja tað frá, ið vit ikki hava brúk fyri. Nú eru tað mongolarnir, ið skulu sáldast frá.

Trupulleikin
Seinastu tíðina hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at við nýggjum kanningarháttum er tað munandi lættari at kanna, um eitt fostur hevur Downs syndrom - eisini kallað mongolisma. Í seinastu "læknin hevur orðið" send-ingini í SvF 12. februar var hetta umrøtt. Har var greitt frá, hvussu tað nú ber til at skanna fostrið og at síggja við 75% vissu, um fostrið hevur Downs syndrom. Verða ymsir kanningar-hættir nýttir saman, kann Downs syndrom stað-festast við rættiliga stórari vissu.
Fyrr var hetta gjørt við fosturvatnskanning; tað var ikki vandaleyst og kundi ikki gerast fyrr enn seint í barnsburðartíðini - eftir 12. viku, sum annars er evstamark fyri fosturtøku. Við móðurkøkubiopsi kann kanningin gerast heldur fyrr, men við sama vanda. Nýggja tøknin er púra vandaleys - sigst - og kann gerast væl fyrr.
Vísir kanningin, at fostrið hevur Downs syndrom, kann tó onki gerast fyri at bøta um brekið. Vitanin kann tí bert brúkast til at velja millum at fáa barn við breki - tað hevði mamman fingið kortini, uttan valmøguleikan - ella fostur-tøku!
Summi donsk sjúkrahús hava longu innført hesa kanning, og donsku heilsu-myndugleikarnir arbeiða við at bjóða øllum kvinnum við barn kanningina. Spurningurin er so, hvussu verður hjá okkum. Hvør ger av, um tað skal vera vanligt tilboð í Føroyum eisini?

Trupulleiki - hjá hvørjum?
Tað ljóðar gott, at nú ber til at gera kanningina uttan vanda fyri fostrið, og so tíðliga, at tað er innanfyri vanliga fosturtøkumarkið. Hetta tykist vera loysnin! Men hvat er trupulleikin? Er tað ein trupulleiki, at nøkur børn verða fødd við Downs syndromi? Hvønn er tað ein trupulleiki fyri? Tann sum hevur Downs syndrom? Foreldrini? Samfelagið? Læknarnar?

Praktiskar hugleiðingar
Fólk við Downs syndrom eru neyvan so nívd av lívinum, at tey kenna tað sum ein trupulleika. Tey eru fyri tað mesta lívsglað og sosial menniskju, sum hava sínar góðu og verru dagar sum flestu onnur. Og fram um so mong onnur so gera tey vanliga ikki haltari hønu mein. Hví tað skal vera so umráðandi at skanna fyri júst hetta brekið, er ilt at skilja.

Foreldrini
Foreldur teirra hava stundum sítt knoss og sínar sorgir, men sanniliga eisini góðar og gleðiligar dagar. Men er tað ikki galdandi fyri øll foreldur: Stríðast ikki flestu foreldur fyri síni børn, syrgin við hvørt, lættari og glaðari við hvørt. Børnini við Downs syndromi eru neyvan tey, ið fáa foreldur at liggja í andvekri á náttartíð, ella sum gera, at brúk er fyri Náttarravnunum um vikuskiftið.

Samfelagið
Er tað samfelagsliga ábyrgdin: at veita hesum borgarum somu kor sum øðrum, ið er ov dýr? Er trupulleikin, at politikarar vilja spara? Er trupulleikin fíggjarligur, eigur tað at vera tikið upp á Føroya Løgtingi, og so mugu menn - og kvinnur - tora at kalla ein spaka fyri ein spaka, og ikki fjala seg aftanfyri undanførslur.
Eg fái meg kortini illa at trúgva, at tað er trupul-leikin, tí mál, ið skuldu bøta um korini hjá menningartarnaðum, vóru í seinasta valskeiði einmælt samtykt á Føroya Løgtingi.

Valmøguleikin
Sagt verður, at kanningin er eitt tilboð, ikki eitt krav, og so hava foreldrini møguleika at velja, um tey skulu hava brekaða barnið ella ikki. Men er valmøguleikin ein fyrimunur? Fyri hvønn? Tað er í hvussu er ikki uttan trupulleikar.
Velja foreldur at fáa eitt barn við Downs syndrom, kunnu tey, tá tað gongur illa í hond, brigsla sær sjálvum, at tey kundu havt valt øðrvísi. Tað ger ikki lívið lættari. Og tá tey hava brúk fyri sersømdum sum stuðli ella øðrum í barnagarði ella skúla, er so ikki freistandi at siga, at: tit valdu móti betri vitandi! Hatta er tykkara trupulleiki!
Huga tær so, at maður og kona eru ósamd um kanningina. Lat okkum siga, at maðurin hevur hug at fáa kannað fyri Downs syndrom, konan ikki. Førir tað til fosturtøku, fer tað neyvan at styrkja húslagið teirra millum, og konan kann verða nívd av hesum og siga, at "tað var tín skyld". Endar tað hinvegin við, at tey ikki gera kanningina og so fáa eitt barn við breki, kann maðurin siga, at "tað er tín skyld". Man tað fara at gera lívið lættari ella lagið betri innanveggja?

Etiskar hugleiðingar
Etikkur snýr seg í grundini um, at man ikki skal gera alt tað, man kann gera. Etikkur er spurningurin, hvat man vil gera tað av tí, sum man kann gera. Við nútíðar tøkni kann man gera alt møguligt. Harvið er ikki sagt, at man skal gera tað. Til dømis kann man drepa politiskar mót-støðumenn. Tekniskt ber tað væl til - og verður enntá gjørt sumstaðni. Men man skal ikki gera tað - og tað er tíbetur ikki vanligt um okkara leiðir. Vit eru samd um, at tað vilja vit ikki, hóast tað tekniskt ber til. Hetta er etikkur: VIL kemur í millum KANN og SKAL.

Vilja vit skilja?
Spurningurin er so, hvat vit vilja í sambandi við fosturkanningar. Spurningurin er ikki bara, um vit vilja bjóða foreldrum at fáa kannað fostrið fyri Downs syndrom. Spurningurin er, um vit vilja hava eitt samfelag, har vit skilja summi menniskju frá eftir ávísum treytum.
Um vit vilja tað, hvørjar skulu treytirnar so vera? Hvussu tíðliga ella seint kann ein loyva sær at skilja frá? Hvussu stórt skal frávikið vera frá tí "normala"? Hvussu nívandi skal tað vera fyri einstaklingin, fyri umhvørvið ella fyri samfel-agið?

Markið
Gongur markið við eitt "meinaleyst" brek sum Downs syndrom? Hvussu við sukur-sjúku ella einum skeivum fóti? Hvat um for-eldrini eru alkoholikarar? Ella rúsevnismisnýtarar? Ella roykjarar? Ella kriminel? Ella ....?
Men eru hetta ikki trupulleikar, sum væl-ferðarsamfelagið kann hjálpa uppá? Jú, júst so. Og tað er eisini galdandi fyri barnið við Downs syndr-omi.
Hvørjar skilvísar grundir eru fyri, at tað júst er Downs syndrom, ið skal skiljast frá? Fólk við Downs syndromi eru ikki serliga til vanda fyri onnur, eitt nú við at koyra bil í fyllskapi, nýta harðskap ella at blása eitrandi royk úr sær. Hví skal markið ganga við Downs syndrom? Ella gongur markið als ikki her? Hvar gongur tað so?

Javni
Javni, felagið hjá menn-ingartarnaðum og teirra familjum, hevur eina greiða støðu til, hvar markið gongur millum kann og skal á hesum øki. Í grundsjónarmiðum Javna verður staðfest, at Hvørt einstakt fólk er serstakt og at Øll - uttan mun til brek - hava sama rætt til lívið.

Hvør verður lukkuligari?
Um tøknin einsamøll ræður, er gongdin, at man skal gera tað, man kann gera. Vísindaligu "framstigini" eru so stór, at vit kunnu støðugt meira, og nógv, sum man ikki kundi fyri 20, 10 ella bara 1 ári síðani, tað kann man nú. Men vilja vit tað?
Í seinasta nummari av Samvirke (feb. 2004) er áhugaverd grein um lítla landið Butan í Himalayafjøllunum. Kongurin í Butan verður endurgivin fyri at hava sagt á eini ráðstevnu í Seoul um framtíðar visjónir millum ásiatisku londini, at "Eg hugsi ikki so nógv um bruttotjóðarúrtøkuna í landinum, sum um bruttotjóðar-eydnuna." Tað fær meg at spyrja: hvør verður lukkuligari av mongolristini?
Okkara ábyrgd er at taka støðu til, hvat man vil gera av øllum tí, man kann gera.
Ikki at taka nakra støðu er at velja, at kann = skal.

Meira er at lesa um fosturkanningar í seinasta nr. av blaðnum Javni.
?????

Er tað ein trupulleiki, at nøkur børn verða fødd við Downs syndromi? Hvønn er tað ein trupulleiki fyri? Tann sum hevur Downs syndrom? Foreldrini? Samfelagið? Læknarnar?

Fólk við Downs syndrom eru neyvan so nívd av lívinum, at tey kenna tað sum ein trupulleika.

Børnini við Downs syndromi eru neyvan tey, ið fáa foreldur at liggja í andvekri á náttartíð, ella sum gera, at brúk er fyri Náttarravnunum um vikuskiftið.

Í stevnumiðunum staðfestir Javni, at Øllum - uttan mun til brek - skal tryggjast sami rættur til lívið.

Etikkur snýr seg í grundini um, at man ikki skal gera alt tað, man kann gera. Etikkur er spurningurin, hvat man vil gera tað av tí, sum man kann gera.

Gongur markið við eitt "meinaleyst" brek sum Downs syndrom? Hvussu við sukursjúku ella einum skeivum fóti?

Okkara ábyrgd er at taka støðu til, hvat man vil gera av øllum tí, man kann gera.

"Eg hugsi ikki so nógv um bruttotjóðarúrtøkuna í landinum, sum um bruttotjóðar-eydnuna."