Mong søkja um jólahjálp

Freistin at søkja um hjálp frá jólahjálpini ?Í menniskjum góður tokki? er úti á midnátt í annaðkvøld. Higartil hava umleið 240 einstaklingar og familjur søkt um at fáa stuðul frá tiltakinum og stigtakarin, Annlis Bjarkhamar, væntar, at talið av umsóknum fer at koma upp um 300.

Hon væntar, at tey, sum søkja, um eina viku ella so fáa at vita, hvør fær og hvør ikki fær. Tey, sum fáa játtaðan stuðul, kunnu velja millum gávukort frá Samkeyp, FK, BR ella SMS.

- Uttan mun til, hvussu nógvar umsóknirnar verða, fáa tey stuðul, sum ringast eru fyri, sigur Annlis Bjarkhamar.

Fyri 10 døgum síðani vórðu komnar væl yvir 500.000 krónur inn, og peningur streymar framvegis inn til tiltakið.

Í annaðkvøld verður stór konsert í Vesturkirkjuni, og leygardagin skipa tey ungu í Margarinfabrikkini í Havn fyri stuðulstiltaki.

Hóskvøldið verður eisini savnað inn í Klaksvík. Hetta verður gjørt, tá tey klokkan 19 hetta kvøldið fara at syngja jólini inn í Christianskirkjuni.