Mong á Pokemon veiðuferð á summarfestivalinum

(SF 2016 - ljóðsamrøða frá Rás2) Reportarin hjá Rás2 fór á Pokemon veiðuferð við tveimum ungum summarfestivalsgestum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá reportarin hjá Rás2, Sasho Bjartsson fór á Pokemon Go veiðuferð við tveimum ungum summarfestivalsgestum. 

 

Í beinleiðis sending á Rás2 seinnapartin prátaði Sasho Bjartsson við 12 ára gomlu dreingirnar, Ólav og Jón Tór, sum dugdu at njóta góða tónleikin, sum er á summarfestivalin, men sum høvdu størsta fokusið á at finna so nógvar pokemons, sum gjørligt.

 

Neyvan er nøkur bygd ella býur í Føroyum, sum er sloppin undan Pokemon veiðumonnum og kvinnum seinastu vikurnar.