Skúlanevndirnar í Eysturoynni hava sent skriv til Føroya Løgting, har skúlanevndirnar siga seg taka undir við skrivinum frá ?Formansskapinum fyri skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum?. Í hesum skrivinum frá 8. apríl sigur formansskapurin seg vilja hava tingið uppí ósemjuna millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Foreldur at børnum í skúlanum í Leirvík hava sent skúlanevndini á staðnum skriv. Har biða tey skúlanevndina heita á uppíblandaðu partarnar um at taka upp aftur samráðingarnar.
Foreldrini í Leirvík eru ótrygg, nú børnini ikki hava fingið lógarkravdu undirvísingina í meira enn 4 vikur.










