Nøvn í vikuni
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Næstan tapetiseraðir veggir við vøkrum og fjølbroyttum málningum eftir ymsar føroyskar listamálarar skaptu hesa kenslu um somu tíð sum tú var komin fyri at heilsa uppá henda blíða og heita listamannin á 60 ára degnum. Nógv fólk stukku inn á gólvið í sjáldsama góðveðrinum leygardagin, og blíðskapurin var stórur. Forvitnisligt var hjá gestunum at vitja nýggja atelierið hjá Amariel, sum nýliga er fluttur og hevur fingið góðar arbeiðsumstøður.