World of Greenland í Ilulissat, sum eigur viðheftu mynd, eigur ferðaskrivstovuna, Greenland Travel, sum bjóðar gisting og ymiskar túrar. Koks og World of Greenland samstarva, skrivar Sermitsiaq.

Mong hava bílagt sær borð á Koks í Ilimanaq

- Bara teir fyrstu tíggju dagarnar, eftir at vit lótu upp fyri sølu av borðum á matstovuni, hava vit fingið fleiri enn 550 bíleggingar, sigur Lotte Cecilie Søndermark við Sermitsiaq.

World of Greenland í Ilulissat, sum eigur viðheftu mynd, eigur ferðaskrivstovuna, Greenland Travel, sum bjóðar gisting og ymiskar túrar. Koks og World of Greenland samstarva, skrivar Sermitsiaq.

Tey eru mong, sum longu nú hava bílagt sær borð á nýggju gourmet-matstovuni hjá Koks, sum letur upp í grønlendsku bygdini, Ilimanaq, miðskeiðis í juni.

 

- Vit gleða okkum til at lata upp matstovuna, og vit vóna, at hetta fer at gangast ordiliga væl, sigur Karin Visth, sum á myndini undir greinini stendur undir liðini á stjørnukokkinum, Poul Andriasi Ziska.

 

Sermitsiaq skrivar, at um fólk ætla at royna Michelin-matstovuna í Ilimanaq í summar, kann tað vera eitt skilagott at bíleggja sær borð nokso skjótt.

 

Blaðið skrivar, at áhugin fyri Koks-matstovuni er stórur og tey, sum standa aftan fyri søluna av borðum, hava sambært blaðnum longu fingið ein hóp av bíleggingum.

 

Fyri tveimum vikum síðan læt World of Greenland upp fyri bíleggingum á Koks-matstovuni í Ilimanaq, og áhugin er sera stórur.

 

Tað var um nýggjársleitið, at tað gjørdist alment, at føroyska Michelin-matstovan Koks fór at at lata upp í lítlu bygdni í útnyrðingspartinum av Grønlandi.

 

- Bara teir fyrstu tíggju dagarnar, eftir at vit lótu upp fyri sølu av borðum, hava vit fingið fleiri enn 550 bíleggingar, sigur Lotte Cecilie Søndermark við Sermitsiaq.

 

Lotte er stjóri í World of Greenland í Ilulissat, sum eisini eigur ferðaskrivstovuna, Greenland Travel. Koks og World of Greenland samstarva.

 

Koks í Ilimanaq kemur at hava pláss fyri 30 gestum í senn, og fyribils verður opið frá miðskeiðis í juni til september - í 2022 og 2023.

 

Matstovan verður í einum gomlum træbygningi frá 1741, sum áður hevur hýst Restaurant Egede. Sagt verður, at bygningurin telist millum teir elstu í Grønlandi.

 

##med2##

 

 

 

 

 

World of Greenland í Ilulissat, sum eigur viðheftu mynd, eigur ferðaskrivstovuna, Greenland Travel, sum bjóðar gisting og ymiskar túrar. Koks og World of Greenland samstarva, skrivar Sermitsiaq.