Mong æl um hvítusunnuna

Petur Skeel Jacobsen væntar nakað av regni og ælingi um halguna.

Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum sjey og 10 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri og stundum regn. Seinnapartin snarar hann í útsynningi og okkurt æli. Hitin millum sjey og 10 stig.

 

Hvítusunnudag verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, um kvøldið minni vindur av útnyrðingi. Sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum sjey og 10 stig.

 

2. hvítusunnudag verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum sjey og 10 stig.

 

Týsdagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum seks og 10 stig.