Money talks and bullshit walks

Tey tosa í Tinganesi. Og tey tosa á løgtingi. Men tað er Kallsberg, sum stýrir

Stevnuskráin hjá einum politiskum flokki er bara orð.

Vallyftini eru bara orð.

Eitt samgonguskjal er bara orð.

Um eingin vilji er til at umseta øll orðini til tøl á eini fíggjarlóg, so merkja tey einki.

Tað eru ikki orðini, sum siga tey avgerandi tingini. Tað eru tølini. Pengarnir. Hitt hvørvur. Sum bretar siga: Money talks - and bullshit walks.

 

Følsk orð

Samgongan hevur nýtt nógv orð um gransking. Um hægri útbúgving. Um mentan. Og um "bleyt virði".

Stutt áðrenn fíggjarlógin var samtykt, var stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri nærum alla føroyska vinnugransking greiddu frá sínum úrslitum, sínum møguleikum - og sínum avmarkingum.

Men landsstýrið var eisini við. Ja, landsstýrið næstan oyðilegði tað frálíka tiltakið. Tey tóku sær tíð til at halda ikki færri enn fýra røður, fyltar við gomlum flosklum um, hvussu avgerandi hægri útbúgving og gransking er fyri menningina av føroyskum vinnulívið.

Ikki sørt irriterandi, tí røðurnar høvdu lítið flog, og fóru við alt ov stórum parti av tiltakinum. Hinvegin - um tey veruliga meintu tað, tey søgdu, gjørdi tað einki. Um hetta var ein fráboðan um nýggjan politikk, kundi eingin annað enn fegnast.

Men tað var tað ikki. Tá ABC-fíggjarlógin varð samtykt stutt fyri jól varð greitt, at tey einki sum helst meintu við tað, tey søgdu. Tá tey flákrandi orðini skuldu umsetast til ítøkilig tøl, høvdu tey onga vekt. Tá var greitt, at Føroyar enn einaferð skulu virka eftir eini fíggjarlóg sum vísir, at vit nærum ikki gera íløgur í fólk. Tað er betongið, sum dregur.

Og aftaná mundu fleiri hugsa, at landsstýrisins atburður í Norðurlandahúsinum var ikki sørt ósmæðin.

Bullshit walks...

Anfinn hevur maktina

Tað plagar at verða fíggjarmálaráðharrin, sum ger uppskotið til fíggjarlóg. Fíggjarnevndin ger onkra broyting her og har - men yvirskipaði politikkurin kemur frá landsstýrinum.

Men hesaferð kom eingin politikkur frá Jóannesi Eidesgaard & Co. Eingin raðfesting. Eingin hugsjón. Eingin idé við nøkrum. Alt varð latið upp í hendurnar á Anfinni Kallsberg, formanni í Fíggjarnevndini.

At sita við eini fíggjarlóg, sum hevur yvir 500 mió. í halli, er sum at sita við einum stykki av gløðandi jarni í hondunum. So tað er kanska skiljandi, at Eidesgaard tveitti tað frá sær - í føvningin á Kallsberg.

Men Kallsberg sá møguleikarnar í júst hesum at jarnið var so heitt - og fór strax undir at smíða.

Tá jarnið kom úr aftur eldinum var greitt, at íløgur skulu gerast í vegir og tunnlar, sum tilsamans fara at kosta upp ímóti 700 milliónum. Og tá er Sandoyartunnilin ikki við. (Kortini klára tey enn at tosa Gerhard upp í lag...)

 

Neyðugt - og ynskiligt

Hetta eru ikki spiltir pengar. Íløgurnar fara sanniliga at gera gagn. Men, sum Juul Jacobsen, sáli, plagdi at taka til: Sumt er neyðugt. Annað er ynskiligt.

Nú er undirskotið kolossalt. Vandi er fyri arbeiðsloysi. Og vandi er fyri fólkafráflyting. Tá er at halda seg til tað, sum er neyðugt - og lata tað ynskiliga bíða.

Tað neyðuga eru íløgur, sum aktivera fólk. Sum menna og styrkja fólk og vinnu og mentan.

Ein løn til ein undirvísara á Fróðskaparsetrinum kann t.d. aktivera nógv fólk, sum annars fara av landinum.

Íløgur í gransking draga fólk til Føroya og kunnu, sum fleiri dømi eru um, bæði økja um virði á verandi framleiðslu, og skapa nýggja. Og harvið nýggj arbeiðspláss.

Hetta vistu fremstu umboðini fyri ABC-samgonguna, tá tey tosaðu í Norðurlandahúsinum. Men tey framdu tað ikki. Íløgurnar, sum verða gjørdar, skapa sera fá arbeiðspláss - og onga menning av fólki.

Ósamd ABC-fólk

Tað skal sigast, at Landsstýrið als ikki tók undir við fíggjarlógini hjá Kallsberg. Tað skal eisini sigast, at fleiri samgongulimir vóru sera misnøgdir. John Johannesen fór t.d. so langt sum at siga, at Anfinn hevði játtað "ein tunnil til sín sjálvs".

Fleiri søgdu seg eisini taka undir við nøkrum av Tjóðveldisins broytingaruppskotum. Men kortini spældu øll soleiðis, sum Anfinn dirigeraði. Semjan í fíggjarnevndini skuldi ikki brótast!

Og dog!

Áðrenn atkvøtt varð endaliga, gav samgongan kortini landsstýrisfólkunum eina rúgvu av pengum uppá afturat - til sínar egnu umsitingar! Til síni nærmastu starvsfólk!

Money talks...

Orð, orð og orð

Tjóðveldi fór við í fíggjarlógarsemjuna til tess at fáa bøtt um nøkur ting. Tað eydnaðist. Men tað var kortini ein sera herskin biti at atkvøða fyri øllum pakkanum.

Og ein kann ikki annað enn hugsa, at tvær konti, sum kundu verið munandi skerdar, eru játtaninar til løgting og landsstýrið. Tí føroyskur politikkur er eitt spæl, har nógv verður sagt og nógv verður trætast - men har Anfinn Kallsberg fær sín vilja til síðst.

Tað er flott av honum. Men tað sigur nógv um fíggjarmálaráðharran, sum vera skal. Tað sigur nógv um landsstýrið.

Og tað sigur nógv um Kaj Leo, løgmann okkara, sum tykist sveima sum ein satelittur uttanfyri alla skipanina. Hann tykist ikki hava nakra ávirkan á nakað. Hann brúkar nógv orð sum kunnu ljóða góð. Men tað er bara tað. Bæði hjá honum og hinum.

Orð, orð og orð.