Monako revsar øll mistøk

Ungi McLaren Mercedes koyrarin Lewis Hamilton hevur sum debutantur vunnið sær hópin av fjepparum orsakað av óvanliga góðu úrslitunum higartil. Men í gjár tók tað ikki langa løtu, áðrenn Hamilton skilti, at Monako revsar øll mistøk.

Hamilton hevði sett skjótastu tíðina, men eftir at liðfelagin Alonso hevði koyrt uppaftur skjótari, trýsti Hamilton eitt vet ov nógv, og eitt lítið mistak var nóg mikið til, at bilurin rendi á veggin í Ste Devote. Eingin fólkaskaði stóðst av hesum, men bilurin misti eitt hjól.

Hamilton var tó ikki einasti maðurin, ið hevði trupulleikar, bæði ein annar debutantur Adrian Sutil í Spyker, Anthony Davidson í Super Aguri og ein av teimum mest royndu koyrarunum Ralf Schumacher raktu veggin. David Coulthard snaraði runt í sínum Red Bull og bæði Massa og Heidfeld høvdu vandamiklar støður.

 

McLaren vísti vegin

Skjóta tíðin hjá Hamilton áðrenn óhappið, var somikið skjót, at Hamilton var triðskjótastur. Skjótasti maður á degnum var vinnarin í fjør Fernando Alonso framman fyri vinnaranum í fyrra árið Kimi Räikkönen. Vinnarin í 2004 Jarno Trulli setti fjórðskjótastu tíðina. Meðan David Coulthard, ið vann í 2003 og í 2000, koyrdi tíggjundu skjótastu tíðina. Tað er kanska vert at viðmerkja, at eingin av hesum koyrarum er á sama liðið, sum tá teir vunnu koyringina í Monako.

Vinnarin fyri tveimum vikum síðan Felipe Massa megnaði ikki frægari enn sætta skjótasta umfarið í sínum Ferrari, beint aftan fyri Renault bilin hjá Giancarlo Fisichella.