Fyrr í vikuni keypti nýuppflutta Monaco teir báðar Portoleikararnar, Joao Moutinho og James Rodrigez fyri meir enn eina hálva milliard, og nú ljóðar, at teir tveita enn eina góða hálva milliard eftir colombianska stórskjúttanum, Rafael Falcao.
Væntað var annars, at Falcao fór at finna sær ein av stóru europeisku feløgunum, sum spæla Champions League fótbólt næsta kappingarár, og hann var settur í samband við Real Madrid, Manchester City og Chelsea, og tí var tað rættiliga óvæntað, at hann valdi Monaco.
Fleiri bløð vilja verða við, at Falcao er so tætt upp á eitt skifti til Monaco, at hann skal til læknakanning mánadagin.
Ein annar av heimsins bestu áleyparum, Neymar, skal eftir øllum at døma hava valt at skifta frá Santos til Barcelona. Eisini hann var settur í samband við størstu europeisku feløgini, og til endans stóð valið millum Real Madrid og Barcelona, og hann skal altso hava valt seinni nevnda.