Mona svam skjótari enn roknað varð við

Tveir føroyskir svimjarar hava fyrrapartin verið í hylinum í EM kappingini í svimjing, sum í hesum døgum er í Rijeka í Kroatia.

Mona Simonsen hevur svomið 400 metra frísvimjing í tíðini 4.29.25. Tíðin var 1 sekund og 47/100 betri enn tíðin, sum Mona var tilmeldað við. Mona rakk 28. plássinum.

Kári á Høvdanum svam 100 metra ryggsvimjing í tíðini 0.56.94. Hetta var 81/100 lakari enn tilmeldingartíðin. Kári endaði á 32. plássi.

Seinnapartin - kl. 14.30 - fer Pál Joensen at royna seg í finaluni á 1500 metra frí. Eftir at týskarin Thomas Lurz hevur givið avboð, er Pál nú tilmeldaður við 7. bestu tíðini.

Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya fer at senda beinleiðis frá kappingini hjá Páli, sum fer at svimja á geil 1.

Tað verður mett ikki at vera heilt ómøguligt, at Pál Joensen skal megna at vinna heiðursmerki!

Tað ber eisini til at fylgja við á svimjing.com/live heimasíðuni.