Hon skuldi svimja teinin 100 m frí, og her var hon enda í riðli fýra. Hon var ikki ímillum tær fremstu, tá svimjararnir vendu, men í endaspurtinum tók hon fleiri aftur, og endaði á øðrum plássi í sínum riðli við tíðini 1.03,01. Hetta er hennara besta tíð á teininum nakrantíð, og hon endaði á einum 96. plássi av 128 luttakarum.










