Fyrst vóru tað Mona Simonsen og Jutta Thomsen, sum tóku lut í 800 m frí, og her gjørdi Mona ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met við tíðini 9.18,65. Hon tók heili 15 sekund av gamla metinum hjá Juttu Thomsen. Tær báðar endaðu á ávikavist 35. og 42. plássi av 49. Seinni svumu Kristian Olsen og Pál Joensen 50 m frí. Teir endaðu á ávikavist 77. og 115. plássi av 178.