Mona Lisa spøkir á Molanum

Tíðliga í morgun kom eitt tað fyrsta ferðamannaskipið á vitjan í Havn. Ferðamannaskipið ber heitið Mona Lisa og er úr Týsklandi.

- Nú vit í seinastuni hava tosað so nógv um »The Da Vinci Code«, er tað heldur stuttligt, at ferðamannaskipið Mona Lisa kemur á vitjan. Men Mona Lisa kemur á hvørjum ári, so tað er ikki í samband við »The Da Vinci Code«, at skipið kemur júst nú, sigur Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni í Havn.
 
Mona Lisa kom til Havnar úr Íslandi tíðliga í morgun. Fyrrapartin hava ferðafólkini verið túrar í Havn, og seinnapartin fóru øll til Klaksvíkar at forvitnast.
 
Manningin umborð á Mona Lisu telur 328, og 450 ferðafólk eru við á túrinum.
 Mona Lisa er 28891 bt., 201 metrar long og 26,5 metrar breið.