Íslendski heavy metal bólkurin, Momentum, var ein av bólkunum, ið framførdi hóskvøldið. Portalurin fekk eitt prát við teir fýra menninar um heavy metal, G! og Føroyar.
- Hetta er fyrstu ferð, at vit eru í Føroyum. Vit hava spælt tríggjar konsertir her, sigur Hordur Olafsson, forsangari.
- Vit hava veruliga notið at verið her. Mær dámar øgiliga væl, hvussu professionellir karmarnir eru rundan um tónleikin her, sigur Kristjan Einar Gudmundsson.
Momentum hevur júst verið á tónleikaferð saman við einum føroyskum heavy metal bólki, nevniliga Synarchy.
- Teir komu vit í samband við gjøgnum Facebook, og tað hevur gingið strálandi at ferðast saman sigur Hordur.
Sjálvir definera teir tónleikin hjá sær sum progressivan dómadags metaltónleik.
- Men tað er øgiliga ringt at siga, tí vit fevna ótrúliga breitt, sigur Ingvar Saemundsson og leggur aftrat, at teir spæla allir í øðrum bólkum, sum líkjast heilt frá metal.
Um føroyskan metaltónleik siga teir:
- Kvaliteturin á føroyskum metalbólkum er ótrúliga góður. Hóast teir ikki eru professionellir, so venja og spæla teir sum professionellir, sigur Sigurdur Arni Jonsson.
- Eitt, sum vit heldur ikki má undirmetast, er áskoðararnir. Her í Føroyum sær man, at fjepparar og vinir møta trúføst til konsertirnar og vísa sín fulla stuðul. Tit hava ótrúligar fjepparar. Tað er ótrúliga týdningarmikið, sigur Hordur.
Teir fýra íslendararnir fara ikki heim fyrr enn mánadagin.
- Sunnudagin tá festivalurin er liðugur, vóna vit, at tað fer at eydnast okkum at leiga eitt summarhús og fara at fiska, sigur Kristjan Einar, og vilja teir allir bera Synarchy sína hjartans tøkk fyri gestablídni og hjálpsemi.